FFS sangir.

Sangløtur

Undir stjørnunum á himli

Eg seti meg á songarstokkin her,
nú tú leggur teg.
Gloymi alt um mína truplu verð,
tá eg síggi teg.
Eygnabráið alt mær sigur,
har tú hevur lagt teg niður - við
bamsu tíni har.
Lat tín huga reika -
har sum dreymar leika,
Ævintýraheim tú sær

Undir stjørnunum á himli
Sigla tú og eg
Legg teg niður nú og blunda
so ert tú á ferð
Vit sigla yvir fjørð
Og inn í dreymalandið
Tú og eg

(Floyt)

Og hóttir okkum brotaveður
Altíð meg við lið tú hevur -
Hvar – tú nú fert í dreymalond
Vil eg altíð vera
Hjá tær barn mítt kæra
Kom og rætt mær tína hond.

Orð: Tommy Sccbach
Lag: Keld Heick

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Sangløtur
Syngja sama lag
Um eg nú seti meg hjá tær, Vilt tú so syngja fyri mær, Tí mær leingist so at hoyra teg, Sig at tú enn elskar meg! Ong…
Morgunsangir
Ongum er so trygt at fara
1. Ongum er so trygt at fara sum Guðs lítla barnaskara, fugli ei í leyvi fjøldum, stjørnu ei í himnatjøldum. 2. Harrin…
Sangløtur
1) Sólskinstøgn yvir okkum nú, Luftin fevnandi mjúk, Einsamøll, livandi, eg og tú, ósøgdu orðini siga mær alt. Jørð…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband