FFS sangir.

Sangløtur

Gentur og dreingir

Gentur: Dreingir, teir eru droyir.
Dreingir gera fortreð
Teir eru nakrar boyur,
og teir bara arga, og teir kitla meg.
Dreingir: Gentur, tær eru veikar.
Grenja og gráta so lætt.
Gentur mussa sjeikar
og halda altíð, tað er’ tær, sum hava rætt.

Øll: Tað er nakað roks!
Rópið nú í flokk:
Gentur, dreingir vinir í senn.
Spælið saman Barbie og Ken!

Gentur: Fótbóltur er til tey býttu.
Sveitti, bardagi, skrál.
tað er til onga nyttu,
at onkur sparkar eina kúlu í eitt mál.
Dreingir: Fótbóltur, tað er tað besta!
Ítróttur er nummar eitt!
Spentir, so vit næstan bresta,
Tá ið vit sparka, krússa - á, sum tað er feitt!

Øll: Tað er nakað roks!....

Gentur: Best er at hoppa ‘lastikk.
Enna og hoppa band.
Tað er heilt fantastiskt
At spæla diskotek og dansa kulan dans.
Dreingir: Hvør tímir hoppa ‘lastikk.
Sóritt tápuligt fjas.
Ger’ heldur okkurt praktiskt:
smíða smáttur, fanga kombikk í eitt glas,

Øll: Tað er nakað roks!....

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Kvæði
Stat op Santa Simeon
Stat op Santa Simeon, Simeon var den tolvte – en 12 var Apostlene, 11 var Disciplerne, 10 er de ti Guds bud, 9 er vor Eng…
Kvæði
Í Gøtu ein dag
1. Í Gøtu ein dag har hendi eitt undur, ei fyrr var tað sæð: Tað skramblar sum heglingsæl – luftin var klár – tað ýlir av…
Jólasangir
Nú jólini nærkast
Nú jólini nærkast, vit eru so spent, jólapynt gera so litfagurt, pent. Tað angar av dunnu, av køku og grann. Í gjárkvøldi…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband