FFS sangir.

Morgunsangir

So tak tá mínar hendur

1. So tak tá mínar hendur,
og leið tú meg,
so ferð at himni stendur
mín allan veg!
Eg kann ei ganga eina,
nei, einki stig;
har, tú mær leið vilt beina,
eg fylgi við.

2. Lat, Guð, meg einki skilja
við tína náð,
so lýðin tínum vilja
eg fylgja má!
Lat barn títt hjá tær hvíla
í trygd og frið,
so kann tað fegið smíla
við tína lið!

3. Um myrkur vil mær fjala
tín sterka mátt,
tó leiðir hond tín sæla
meg fram á nátt.
So tak tá mínar hendur,
og leið tú meg,
so ferð at himni stendur
mín allan veg!

Orð: Julie V. Hausmann 1862.
Lag: Sl. 297.

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Morgunsangir
Gróður og fleyr
Gróður og fleyr av útsuðri, sól gyllir landið so fríð. Vón fyri avburðarskurði tykist at vera í tí. Grøsini grøn, blomstr…
Morgunsangir
Nú skínur sólin bjarta
1. Nú skínur sólin bjarta og gyllir fjøll og líð, hon lívgar blómurnar á foldum vaksa; nú gleðast baldursbráin og smæran so…
Sangløtur
Grísaflísa Pætur
Hvør er bara átta ár? Og hvør er tað, sum grætur? Hvønn vil eingin spæla við? Jú, tað er neyðars Pætur. Pápin átti fell…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband