FFS sangir.

Morgunsangir

Gróður og fleyr

Gróður og fleyr av útsuðri,
sól gyllir landið so fríð.
Vón fyri avburðarskurði
tykist at vera í tí.
Grøsini grøn, blomstrini vøn,
landið í summarskrú klæða

Úr teimum lindum, sum dugna
lívsmátti teirra og fragd,
finna sær sóljurnar hugna,
í hini váttligu lægd.
Gilið er gult,
yðjandi fult
av sóljum og sóljubørnum.

Smæra og rølikur kýtast
við annan vøkstur úr mold,
ikki man smáblómum nýtast
smæða seg burtur á fold.
Vøkur hvør sær,
angandi tær
lendið við litum uppskrýða.

Ymiskar litfagrar blómur
vaksa kring um allan heim,
víst kendist heimurin tómur,
um hann bar saknin av teim!
Við síni brá
hvørt lítið strá
lovprísar Skapara sínum.

Menniskjan er sum ein blóma
vøkur á sumri at sjá,
skapt til Guds dýrd og tann sóma,
summarið ævigt at fá;
treyt er, at hon
trýr á Guds Son,
sum henni sæluna veitir.

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Morgunsangir
Rita navn títt mær í hjarta
Rita navn títt mær í hjarta, Jesus, kongur mín og Guð, at ei sól, ei myrkur svarta megna teg at máa út! Hetta innsigl' á…
Jólasangir
Eg eri so spent til jóla
1. Eg eri so spent til jóla, eg fái ein nýggjan kjóla og jólagávurnar nógvar og eisini nýggjar skógvar. 2. Tað er so l…
Sangløtur
Tað kundi verið eg
Handan høga fjallið búgva børn ið líkjast mær Á myndini ein skúli, og eg kundi gingið har Ein genta og ein drongur eru kom…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband