FFS sangir.

Morgunsangir

Gud, tú sum ljósið lætst skína so bjart

1. Guð, tú sum ljósið lætst skína so bjart,
sjálvur ert ljóskeldan reina;
aldri seg nærkar tær myrkrið so svart,
sólin har vald hevur eina.

2. Skýggini dimmu nú hvørva so brátt,
dagurin bjarti nú rísur;
stjørnur, sum glógvaðu myrklongu nátt,
blikna, nú sólbirtan lýsir.

3. Frísk vit frá náttarrógv glað eru nú
tøkk tær við songi at veita;
náttina starblindu burt beindi tú,
dagsljósið aftur man leita.

4. Halt allar freistingar okkum ífrá
og alt, sum tungliga bagir!
Við tínum kærleika ver okkum hjá,
halgi og algóði faðir!

5. Vreiðini steðga, tí hon veldur neyð!
Gleði og frið gev í sinni!
Fátæka manni gev dagliga breyð!
Leið tú oss úti og inni.

6. Styrk tú og styðja oss, fast vit tá stá,
stríða og sigra í stríðum!
Frelsari vár, tú skalt æruna fá
nú og í ævigum tíðum.

Orð: C.J. Brandt 1874. Símun av Skarði
Lag: Sl. 110.

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Morgunsangir
Kærleikin er størsta boðið
Tað er ein bøn í hjarta mínum at Gud er her hjá børnum Sínum. Hann tendrar ljós og gevur styrki, í skúla og til dagsins yr…
Sangløtur
Undir stjørnunum á himli
Eg seti meg á songarstokkin her, nú tú leggur teg. Gloymi alt um mína truplu verð, tá eg síggi teg. Eygnabráið alt mær si…
Morgunsangir
Tað er trygt hjá tær
Tað er trygt hjá tær, meg at biðja lær og at syngja tær ein sang. Hvar mín fótur fer, ert tú altíð her, mín Harri, mín G…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband