FFS sangir.

Morgunsangir

Eg haldi saman hendur, Gud

1. Eg haldi saman hendur, Gud
í tøkk og bøn til tín.
Gev øllum heimsins børnum lut
í tí, sum var til mín.

2. Verj øll við tíni sterku hond
mót hungurs harða deyð’.
Gev børnum um øll heimsins lond,
at eingin líður neyð.

3. Halt kríggi, sóttum, svulti við,
o, Faðir, okkum frá;
og veit tú øllum trygd og frið
í hvørji heimsins vrá.

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Kvæði
Torkils døtur
1. Torkil eigur sær døtur tvær, - at dansa - leingi á morgni sova tær. - Væl er mær ansað, her vil eg á gólvið fram at da…
Sangløtur
Sjeikurin
Hon liggur har í songini við dýnu upp undir øs. Eg spyrji: “Tú, hvat bagir tær? Tú gert meg heilt nervøs!” Hon svarar ikk…
Morgunsangir
Nú skínur sólin bjarta
1. Nú skínur sólin bjarta og gyllir fjøll og líð, hon lívgar blómurnar á foldum vaksa; nú gleðast baldursbráin og smæran so…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband