FFS sangir.

Sangløtur

Sonur pápi tín býr ei í Tórshavn

1) Drongurin kom inn í køkin ein dagin,
Hugdi upp á mammuna og segði so smæðin:
Góða mamma,
allir mínir vinir flenna,
Teir vilja ikki við meg kenna, tá ið eg tosi.
Tá teir siga ei, tá sigi eg oy,
Og tá teir siga nei, tá sigi eg noy, tað er løgið!
Góða mamma sig mær,
Hvat er galið við mær, eg vil tað vita.

2) Men tað sum eg haldi er allarmest galið,
Tað er tá eg eri í Gundadali og hyggi,
Eg seti meg í skýlið, rópi hart og ýli: KOYR Á KÍ.
Eg haldi jú við HB, eg eri havnarmaður,
Men skorar KÍ, tá verið eg glaður, sikken ein tossi.
Góða mamma sig mær,
Hvat er galið við mær, eg vil tað vita.

3) Nú drongurin leingi hevði havt orðið,
Setti mamman seg niður við borðið, og hon segði:
Pápi tín, sum heldur við HB,
Hann er ikki tín rætti pápi, tað skalt tú vita.
Tí í Klaksvík býr tín ektaði babba,
Har eigur tú eina ommu og abba, ver tú glaður.
Eg má hesi boðini bera,
Og tú mást ikki keddur vera, tá ið eg sigi:

Niðurlag:
Sonur, pápi tín býr ei í Tórshavn, hann býr í Klaksvík.
At vita tað, tað er títt minsta krav.
Sonur, pápi tín býr ei í Tórshavn, hann býr í Klaksvík,
Og tað skalt tú bara vera stoltur av.

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Sangløtur
Dú dú dú - dú dú
Sig mær nú, hvat manst tú um lívið meina. Eg og tú eru her, tí okkurt hægri er, í størri ætlan sett í hesa verð, ganga h…
Jólasangir
Gleðilig jól
1. “Gleðilig jól! Gleðilig jól!” ljóðar av himli einglalag. “Armi syndari, óttast ei nú, gleðiboðskapin hoyrir tú: :,: “J…
Sangløtur
Pápi er óður
1. Pápi er óður, og mamma er ill, og kettan er rýmd upp á ovastu hill, og systir hon skeldar: Tví vorði tær, Páll,…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband