FFS sangir.

Sangløtur

Dú dú dú - dú dú

Sig mær nú,
hvat manst tú um lívið meina.
Eg og tú
eru her, tí okkurt hægri er,
í størri ætlan sett í hesa verð,
ganga her og mala runt eitt skifti
- hesin tanki stórur er!

Dú dú dú - dú dú
kanska hugsar tú, hvat eg vil siga.
Dú dú dú - dú dú
hetta kann eg ikki burtur tiga:
Eg takki fyri, at eg eri til.

Sig mær tá,
ber tað til hjá tær at taka
hesi ráð,
vónandi fært tú tað upp í lag,
royn at vera positiv og glað,
spreiða gleði millum tínar vinir
og so frøðast yvir tað.

Dú dú dú - dú dú
kanska hugsar tú, hvat eg vil siga.
Dú dú dú - dú dú
hetta kann eg ikki burtur tiga:
Eg takki fyri, at eg eri til.

Dú dú dú - dú dú
kanska hugsar tú, hvat eg vil siga.
Dú dú dú - dú dú
hetta kann eg ikki burtur tiga:
Eg takki Gudi, at eg eri til.

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Jólasangir
Gávan
Eg vaknaði í morgun og stardi upp í loft, sá, at kavin lagstur var á fjøllum. Eg skundaði mær upp, í speglinum eg sá ei…
Sangløtur
Tjaldrið
Tjaldrið flýgur ta longu leið. Koma og setast á sand og teig. Trúliga koma tey ár um ár, tekin um ljósari tíð, brátt vár.…
Jólasangir
Tú lítli staður Betlehem
1. Tú lítli staður Betlehem, so stillur liggur tú. Hátt yvir dreymaleysa svøvn tín stjørnufjøld sæst nú. Um stræti tíni lýs…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband