FFS sangir.

Jólasangir

Pakkaberin Gemalius

Nú er stundin komin nær,
Vit øll setast niður samlað her
Í frið og náðum, hvør ein hugnar sær,
Siga lítla søgu væl til ber.

2. Einaferð í farnu tíð
Gekk ein lítil maður tonkum í,
Vildi fegin geva burt frá sær
Eina lítla gávu til tann, sum fittur var.

Hóast tað at nógv var til, hvør skuldi hava hvat?
Tí dreingir vilja hava bil og kanska meir af’trat.
Um eg taki kertustubba og seti hann í træ,
So børnini tey fáa heim, tá verða tey so glað.

3. Lítli maður ovurfegin var,
Hann hugskot hevði fingið og fór at skunda sær.
Út at leita og samla alt, hann fann,
Og tú skuldi sæð ein sera glaðan mann.

4. Myrkrið sníkti seg, og skjótt var nátt,
Hann viðin hevði samlað, og nú var alt gott.
Og hann var so spentur, tað var tí,
Hann gávu skuldi geva við kertustubba í.

Hóast tað at nógv var til, hvør skuldi hava hvat?
Tí dreingir vilja hava bil og kanska meir af’trat.
Um eg taki kertustubba og seti hann hann í træ,
So børnini tey fáa heim, tá verða tey so glað.

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Kvæði
Stat op Santa Simeon
Stat op Santa Simeon, Simeon var den tolvte – en 12 var Apostlene, 11 var Disciplerne, 10 er de ti Guds bud, 9 er vor Eng…
Sangløtur
Lova mær við
Eg vil út í ta stóru verð, har eg alt kann vera. Eg vil inn í dreymaland, har eg alt kann droyma. Lova mær við til Santan…
Morgunsangir
Eyga, oyra, fótur
1. Nøkur eru, sum ei kunnu síggja, hvørki blómunnar lit, ella sólsins skin. Men tey tó kunnu flenna og gráta og merkja, jú…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband