FFS sangir.

Sangløtur

Tey standa og vagga og tráa

1. Tey standa og vagga og tráa,
á akrinum stadnandi øks,
og deila hin bjartoygda dáa,
sum upp millum teirra vøks.

2. Vit áttu at plágað og pínt teg
og altíð at stungið tær skør,
vit áttu at køvt teg og týnt teg,
tú stendur á okkara jørð.

3. Og alla tøðuna átst tú
og royndi at gera mein,
og altíð so prangandi stóðst tú –
Tú voldi, at vit eru sein.”

4. Men dáin stendur í iva,
og hann hevur ymsan lit:
“Eg havi væl loyvi at liva
her líka so væl sum tit.”

5. Tá verða tey øks at tagna,
tí tað segði dáin satt:
Hvønn vøkstur Gud hevur fagnað,
og hvør eigur lívsins rætt!”

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Sangløtur
Kærleikin er størsta boðið
Tað er ein bøn í hjarta mínum At Gud er her hjá børnum sínum Hann tendrar ljós og gevur styrki Í skúla og til dagsins yrki…
Kvæði
Nykursvísa
1. Nykurin letur sær klæði skera, - Harra mín - tí hann vildi ein riddari vera. - Um summarið, tær allir fuglar syngja væl…
Morgunsangir
Faðir, fylg mær henda dag
Faðir, fylg mær henda dag, vend til tín mítt sinnalag, troystaríka trúgv mær gev, glaðan hug til dagsins strev; villist e…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband