FFS sangir.

Sangløtur

Boðar tú til allar tjóðir

1. Boðar tú til allar tjóðir:
"Æra skalt tú faðir tín,
æra skalt tú tína móður,
so tær fylgir signing mín.
Landið gevi eg tær tá,
leingi tú har liva má,
fólkið títt tá skal eg kenna
meðan øld um øldir renna."

2. Føroya mál á manna tungu
merkir: Her býr Føroya fólk.
Slektir fornu og tær ungu
eyðkendu seg sum ein bólk,
ið helt fast við fedramál,
virdu tað av hug og sál,
gloymdu ikki ættarbandið;
byggja tí enn hetta landið.

3. Um nú nýggjar øldir líða,
halt á somu leið várt starv,
at vit ikki lata svíða
dugnaloysi til hin arv,
sum vit ervdu fedrum av;
tá skal lyftið, sum tú gav,
allan aldur Føroyum tryggja
føroyingunum her at byggja.

Orð: Jóannes Patursson
Lag: Sl. 22 a og b ella Sl. 183.

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Kvæði
Sigmundskvæði yngra (stytt)
Í Føroyum búðu høvdingar tveir, Tróndur og Sigmundur itu teir. Noregs menn! dansið væl í stillum; stilli tykkum allar, r…
Kvæði
Grindavísan
Årle det var om sommeren, månen skinner så bleg, tågen svinder for solen hen, om nylig af havet steg. Raske drenge gri…
Sangløtur
Kærleikin er størsta boðið
Tað er ein bøn í hjarta mínum At Gud er her hjá børnum sínum Hann tendrar ljós og gevur styrki Í skúla og til dagsins yrki…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband