FFS sangir.

Morgunsangir

Harri, rætt mær hendur tínar

1. Harri, rætt mær hendur tínar,
signa allar leiðir mínar
dag og døpru vøkunátt.
Tá ið kinn av armóð bliknar,
og eg kenni, grundin viknar,
Harri, ger mær hjartað gott.

2. Kom til mín á hvíldartíma,
tá um leiðir fer at skýma.
Statt mær hjá um miðjan dag.
Og tá allir vinir svíkja,
og tá allar vónir víkja,
gev mær tolið sinnalag.

3. Lat meg tínar borgir hóma,
har sum túsund kertur ljóma,
tá ið verðin fellir meg.
Og úr hesum myrkurs díki
leið meg heim í ljósins ríki,
heim at finna sjálvan teg.

Orð: J. Dahl 1923.
Lag: sum Sl. 220.

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Sangløtur
Ansa, eyga lítla
1. :,: Ansa, eyga lítla, hvat tú sært! :,: Tí vár Faðir uppi har niður her til jarðar sær – ansa, eyga lítla, hvat tú s…
Sangløtur
Kærleikin er størsta boðið
Tað er ein bøn í hjarta mínum At Gud er her hjá børnum sínum Hann tendrar ljós og gevur styrki Í skúla og til dagsins yrki…
Sangløtur
Líkagóð
Tað eru nógv í flokkinum, sum eru  nokkso vill. Í skúlanum tey halda gang og sita ikki still. Tey prika teg í nakkan og g…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband