Tíðindi.

Vinarklubbar.

08.05.2024

Næmingaráðið hevur nógv jørn í eldinum. Sum vit skrivaðu á heimasíðu okkara í seinastu viku, so hevur næmingaráðið verið til mangt og hvat ta seinastu tíðina, m.a. í Danmark, í Undirvísingarstýrinum og á fundi við Fuglafjarðar býráð.

Nú eru tey aftur í gongd. Tað nýggjasta frá næmingaráðnum er, at tey hava skipað fyri vinarklubbum. Vinarklubbar eru ætlaðir næmingum í 1. - 4. flokki. Tankin er, at næmingarnir upp á tvørs av árgangum eru saman í fríkorterinum, antin við at spæla ella arbeiða undir ávísum evni. 

Endamálið við klubbunum er at skapa trivna og vinarbond ígjøgnum áhugamál og felagsskap. 

Vinarklubbar vera fyrsta fríkorter hvønn týsmorgun, og er talan um 5 ymiskar klubbar: 

  1. Borðspæl og talv
  2. Tekning
  3. Skúlapolitikkur
  4. Fimleikur og parkour
  5. Design og annað

Vinarklubbarnir fóru í gongd týsmorgun 7. mai. Her eru nakrar myndir av trimum klubbum. Tað verður spennandi at fylgja við hesum trivnaðarátaki. Fleiri myndir fara at koma so við og við.

 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband