Tíðindi.

MAMMA MIA! Nú er páskaferia.

22.03.2024

Aftur í ár hava vit verið til ein framúr góðan sangleik. Hesaferð upplivdu vit leikin "MAMMA MIA The Musical", sum hevur verið framførdur í Mentanarhúsinum 10. - 21. mars. Fleiri túsund fólk hava verið til leikin.
Við sera góðum sangi, tónleiki, sjónleiki, dansi og búnum, vóru vit førd til griksku oynna, Skopelos, har ein ung genta skal giftast, samstundis sum hon leitar eftir pápa sínum. Leikurin er bygdur á heimskenda filmin MAMMA MIA frá 2008.


Við flottum myndaskermum, góðum ljóði og vøkrum ljósum kendist tað næstan sum at vera á oynni.
Tað eru næmingarnir í sangleikabreytini í eNám-samstarvinum, saman við lærarunum Marjuni Djurhuus og Bárði á Lakjuni, ið hava sett leikin upp. Afturat teimum hava verið eldhugaði foreldur, ið hava staðið fyri at geva næmingunum mat til venjingar, havt kiosksølu til sýningar, og mangt annað fyrifallandi.


Næmingarnir hava vant sera nógv frá februar mánaða, og tað sást aftur á pallinum. Úrslitið var framúr. Takk til tykkum í sangleikabreytini, og tykkum, sum hava hjálpt til á ymiskan hátt. Vit eru sera errin av sangleikinum.

Við hesum orðum ynskja vit tykkum øllum eina góða páskaferiu.
Skúlin byrjar aftur sum vant týsdagin, 2. apríl.


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband