Við hesum verður boðað frá, at vallistin til skúlastýrisvalið 2020 liggur frammi á skrivstovu skúlans frá týsdegnum 20. oktober 2020 millum kl. 09.00 – kl. 14.00.
Er onkur av órøttum komin á listan, ella onkur rættkomin ikki tikin við, verða tit vinarliga biðin um at boða skúlaleiðsluni frá í seinasta lagi 2. november.
Nærri kunning um uppstillingarfund kemur seinni.