Uppteljingin av atkvøðunum til skúlastýrið fyri Fuglafjarðar skúla er av.
225 fólk vóru á vali.
Trý tey fyrst valdu foreldraumboðini manna skúlastýrið frá januar 2021.
Úrslitið gjørdist soleiðis:
- Leivur á Lakjuni, Fuglafjørður, 74 atkv.
- Bárður Toftum Petersen, Fuglafjørður, 73 atkv.
- Sólvá Káradóttir Eliasen, Leirvík, 40 atkv.
- Maria á Boðanesi, Fuglafjørður, 25 atkv.
- Rósa Gaardlykke Egholm, Fuglafjørður, 13 atkv.
Herfrá verður ynskt hjartaliga til lukku við valinum.