Posted on

Uppstillingarfundur

Uppstillingarfundur til skúlastýrið fyri Fuglafjarðar skúla verður í Mentanarhúsinum mikukvøldið 21. oktobur 2020 kl. 19.00.

Skrá:

  • Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Undirvísingar- og mentanardeildini í UMMR, kemur at greiða frá týdninginum av arbeiðinum hjá einum skúlastýri
  • Ólavur Thomsen, formaður í valnevndini, kunnar um skúlastýrisvalið 2020
  • Gudny Vang, næstforkvinna í skúlastýrinum, greiðir frá arbeiðinum hjá skúlastýrinum fyri Fuglafjarðar skúla.

Eftir fundin hava tey, sum møtt eru, høvi til at stilla upp valevni og lata inn uppstillingarlistar.

Øll foreldur/avvarðandi at børnum í Fuglafjarðar skúla eru vælkomin, eins og foreldur/avvarðandi at næmingum, sum skúlaárið 2021-2022 koma at ganga í framhaldsdeildini.

Leiðslan