Vallærugrein: Alis- og evnafrøði
- Vallærugreinin alis- og evnafrøði er ein samanrenning av alisfrøði og evnafrøði.
- Alisfrøðiparturin snýr seg t.d. um steym, magnetismu og kreftir.
- Evnafrøðiparturin snýr seg t.d. um grundevnaskipanina, sýrur og basur.
- Vallærugreinin er 3 tímar um vikuna
- Næmingarnir eru í holdum á uml. 15 næmingum
- Undirvísingin er praktisk og teoretisk. Í auditorium verður arbeitt við teori: lesa, lurta, skriva, tosa, rokna. Praktiskar royndir verða fyri tað mesta gjørdar í royndarhølinum, sum er væl útgjørt. Arbeitt verður einsæris, í pørum og í bólkum. Nakað av heimaarbeiði er í alis- og evnafrøði. Ein spennandi lærugrein, har teori og praksis møtast.
- Alis- og evnafrøði er munnlig próvtøkulærugrein, men verður vald við lutakasti hjá 9. flokki. Um próvtøka verður, er próvtøkan praktisk og farið verður í próvtøku í bólkum.