Posted on

Skúlatelving í Mentanarhúsinum

Í seinastu viku var Mentanarhúsið karmur um FM í skúlatelving. Tað vóru Nám og Helgi Dam Ziska, sum skipaðu fyri.

Nakrir næmingar úr 4., 5., 6. og 7. fl. úr Fuglafjarðar skúla luttóku. Næmingarnir hugnaðu sær óført hesar báðar dagarnar.

Skála skúli og Tofta skúli telvaðu seg víðari til finaluumfarið, sum verður í Tórshavn seinni í mai mánaða – vit ynskja teimum hjartaliga til lukku og góða eydnu víðari.

Her eru nakrar myndir frá døgunum: