Posted on

Skúlatalv – undankapping

Mikudagin 27. apríl var onnur undankapping í skúlatalvi. Tað vóru næmingar úr 5. – 8. flokkum í Eysturoynni og Norðoyggjum, ið luttóku. Kappingin var í Tofta skúla.

Fuglafjarðar skúli hevði fýra lið við til kappingina og sigast má, at tað gekk sera væl.

Eitt lið hjá okkum, sum var mannað við næmingum úr 8. a og 8. b, vann kappingina við 20,5 stigum. Sera flott!

Nr. 2 gjørdist eitt lið frá Tofta skúla við 20,0 stigum og nr. 3 gjørdist eitt lið frá skúlanum á Skúlatrøð við 17,5 stigum. Í alt luttóku 14 lið úr fimm skúlum.

Hóast vit vóru hart rakt av sjúku, og tí máttu læna næmingar úr 4. flokki, kláraðu vit okkum sera væl, og høvdu ein stuttligan og gevandi dag í Tofta skúla.

Hjartaliga til lukku við 1. plássinum og hinum flottu úrslitunum, øll somul 🙂

Her eru nakrar myndir: