Posted on

NÝGGJ DAGFØRING: Skúlabyrjan 2020-2021

Góðu næmingar og foreldur/avvarðandi!

Skúlagongdin byrjar aftur týsdagin 18. august.

Vegna Corona møta næmingarnir til ymiskar tíðir fyrsta skúladag. Sí niðanfyri:

Byrjanardeildin

2. flokkur møtir í byrjanardeildini kl. 09.00 í stovu nr. 2.

3. flokkur møtir í byrjanardeildini kl. 09.15 í stovu nr. 1.

4.a flokkur møtir í byrjanardeildini kl. 09.30 í stovu nr. 3

4.b flokkur møtir í byrjanardeildini kl. 09.30 í stovu nr. 6

Næmingar, sum skulu byrja í 1. flokki, møta í byrjanardeildini kl. 10.00. Foreldur/avvarðandi eru vælkomin við.

Heimari skúli

5. flokkur møtir í heimara skúla kl. 09.00 í stovu nr. 309

6. flokkur møtir í heimara skúla kl. 09.15 í stovu nr.  209

7. flokkur møtir í heimara skúla kl. 09.00 í stovu nr. 308

9.a flokkur møtir í heimara skúla kl. 09.30 í stovu nr. 305

9.b flokkur møtir í heimara skúla kl. 09.30 í stovu nr. 306

9.c flokkur møtir í heimara skúla kl. 09.30 í sovu nr. 307

Skúlagarðurin

8. flokkarnir møta í skúlagarðinum kl. 09.00.

Lonin

10. flokkur møtir í Lonini kl. 09.00

____________________________________________

Bussarnir koyra soleiðis:

Skipanes kl. 08.10

Syðrugøta kl. 08.20

Gøtugjógv kl. 08.25

Norðragøta kl. 08.30

Leirvík 08.35

Kambsdalur kl. 08.40

Skúladagurin er liðugur uml. kl. 10.45 og bussarnir koyra næmingarnar heim frá Mentanarhúsinum kl. 11.00.

Boð frá Strandferðsluni

Kravt verður, at næmingarnir bera munnbind. Hesi kunnu fáast til keyps umborð á bussunum og kostnaðurin er kr. 15,-. Næmingarnir kunnu sjálvandi eisini hava egið munnbind við.

Vinaliga leiðslan