Posted on

Skrivligar próvtøkur og royndir

Góðu næmingar og foreldur/avvarðandi

So fara næmingarnir í 7. – 10.fl. til skrivligar royndir og próvtøkur.

Tíðarkarmarnir eru:

Mannagongdir til skrivligar próvtøkur og royndir:

  • Næmingarnir skulu sita í royndarhølinum 15. min. áðrenn royndin byrjar
  • At hava við:
    • Teldu
    • Telduløðara
    • Oyralurt
    • Teldumús
    • Góðar blýantar
    • Viskileður
    • Linjál
    • Teknitrýkant
    • Vinkulmátara
    • Passara
    • Roknimaskinu
    • Gulu handbók
      • Tey, ið ikki eiga teldu, skulu boða skrivstovuni frá í seinasta lagi hósdagin 19. mai kl. 11.00
  • Loyvt er at nýta internet, lærubøkur, gamlar uppgávur, egna notatir o.l. til royndina/próvtøkuna
    • Tað er strangliga bannað at avrita uppgávur av netinum.
  • Tað er ikki loyvt at nýta fartelefon. Fartelefonin skal setast á flight mode og latast inn í ein telefonbakka, áðrenn royndin byrjar.
  • Næmingar hava loyvi at samskifta við vaktirnar í royndarhølinum. Einki annað samskifti er loyvt.
  • Bið vaktina um loyvi, um tú skalt á vesi.
  • Verið umhugsin og órógvið ikki onnur.

Nøkur góð ráð

Sat Exam Clipart - Clipart Suggest
  • Fyrireika teg væl. Skilagott er at blaða ígjøgnum gamlar uppgávur, stílar, notatir, rættingar frá lærara o.l.
  • Tryggja tær, at øll omanfyri standandi amboð eru í pennahúsinum og taskuni.
  • Far tíðliga í song.
  • Et góðan morgunmat.
  • Hav góðan matpakka og okkurt drekkandi við í royndarhølið.
  • Tryggja tær, at tú skilur uppgávuorðingina og spurningarnar.
  • Ger títt besta og brúka tíðina væl.