Posted on

Rennidagur hósdagin 2. septembur

So er aftur tíð at finna renniskógvarnar fram.

Hósdagin 2. septembur verður árligi rennidagurin í Fuglafjarðar skúla.

Allir næmingar møta til morgunsang í fimleikahøllini kl. 08.00.

10. flokkur skipar fyri upphiting í skúlagarðinum, áðrenn farið verður at renna.

Tá næmingarnir eru lidnir at renna, fáa teir eitt heiðursbræv, ið vísir, hvussu nógv næmingurin hevur runnið. Eisini verður okkurt søtt at fáa.

Skúladagurin endar kl. 11.50 og bussarnir koyra frá Mentanarhúsinum kl. 12.00.

Vit ynskja okkara næmingum og starvsfólkum ein góðan rennidag.

Heitt verður á bilførarar um at vísa serligt ansni hetta tíðariskeiðið.

Elsker mine løbesko | Min vej til ½ maraton – fra fed til fit