Posted on

Píka7 og Strok

Góðu næmingar og foreldur/avvarðandi!

Fyri at fremja lesihugin hjá børnum og ungum, hevur Fuglafjarðar kommuna gjørt avtalu við Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri skúlaárið 2021-2022, soleiðis at allir næmingar í grund- og miðdeildini (1. – 7. flokkur) fáa barnabløðini Píka7 og Strok ókeypis hetta skúlaárið. Blaðið kemur út 7 ferðir.

Fuglafjarðar skúli fegnast um, at hendan avtalan er komin í lag.

Næmingar frá 8. – 10. flokk kunnu tekna seg til Strok-blaðið á heimasíðuni www.strok.fo