Posted on

Nýggja koronastøðan

Góðu starvsfólk, næmingar og foreldur!

Nú ið støðan er broytt við Covid-19-smittuni í Føroyum, mugu vit síggja, hvørji fyrivarni mugu takast í samband við skúlagongdina – og ikki minst skrivligu próvtøkuna, sum vit eru í gongd við í løtuni.

Vit bíða eftir at frætta frá Undirvísingarstýrinum/Farsóttarnevndini, áðrenn vit taka nakra avgerð – ella áðrenn vit siga nakað meira um møguligar tillagingar við skúlagongdini frá í morgin av.

Vit heita á tykkum um at fylgja við her á heimasíðuni – og møguliga eisini á heimasetningssíðunum hjá flokkunum.

Vinaliga –

leiðslan,

Fuglafjarðar skúli