Tíðindi.

Rithøvundavitjan.
27.02.2025
6.flokkur hevur lisið og arbeitt við bókini Flytifuglar hjá Elini á Rógvi í føroyskum. Tey hava eisini leitað og kannað, hvat Elin annars hevur skrivað, og tey komu fram til, at hon hevur skrivað bøkur av ymiskum slag, leikir og sangir. Hon hevur eisini vunnið virðislønir fyri sítt arbeiði.
Vit frættu so um, at Føroyar Lesa og Rithøvundafelag Føroya bjóða skúlum at tekna seg at fáa rithøvundavitjan.
Soleiðis kom í lag saman við skúlabókasavninum, at Elin var og vitjaði 6.fl týsdagin 25. februar. Tað var ein sera hugnalig og lærurík løta á skúlabókasavninum, har prátið gekk væl ímillum rithøvundan og næmingarnar, sum høvdu nógv skilagott at spyrja um.
Kanska varð ein neisti kveiktur í ein komandi rithøvunda.





Deil tíðindi á