Tíðindi.

Lýsing eftir námsfrøðiligum stuðli.

15.05.2023

Til skúlaárið 2023/2024 verður søkt eftir einum námsfrøðiligum stuðli. 
Arbeiðsuppgávurnar eru at stuðla næmingum við serligum tørvi við tí fyri eyga, at næmingarnir megna gerandisdagin í skúlanum, mennast og læra, og verða stimbraðir til at taka lut í felagsskapinum.   
 
Søkt verður eftir námsfrøðingi, sum:  

- undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans, taka lut í dagliga arbeiði skúlans 
- er fyrikomandi og sýnir jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum 
- dugir at samstarva og vil vera við til at menna skúlan 
- vil fevna ymiskleikan og styrkja felagsskapin  
- ynskir at kveikja hugin hjá einstaka næminginum til læring og menning 
- hevur góðar kt-førleikar 
- hevur áræði til at taka ábyrgd og dugir at síggja møguleikar 
 
Førleikakrøv 
Útbúgving: Námsfrøðingur.  
Royndir innan serøkið er ein fyrimunur. 
 
 
Lønar- og setanartreytir 
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 11-22. Lønarbrotið er 0,57. 
 
 
Umsóknir: 
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlaleiðsluni í hendi í seinasta lagi mánadagin, 29. mai 2023, kl. 12.00. Umsóknin skal sendast við telduposti til Berlys Toftadal, skúlastjóra, á teldupostbústað berlys.toftadal@skulin.fo 
 
Nærri kunning um størvini fæst við at seta seg í samband við skúlastjóran, á tlf. nr. 238061.  
 

Tey, ið sett verða, skulu játta, at barnaváttan verður umbiðin.  
Fuglafjarðar skúli hevur inniverandi skúlaár 289 næmingar í 1 .- 10. flokki. Í skúlanum starvast 30 lærarar, 3 námsfrøðiligir stuðlar, 2 skúlaskrivarar, 3 húsavørðir og 5 fólk í reingerðartoyminum. Skúlin leggur dent á at kveikja, virða og menna. 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Fríloyvi
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband