Tíðindi.

Tryggari internet dagur 2023.

20.01.2023

Myndadeiling á sosialum miðlum

Aftur í ár verður skipað fyri tiltakinum 'Tryggari internet dagur', sum SSP skipar fyri, í samstarvi við Fólkaheilsuráðið, FøroyaTele og Nema. Fleiri upplýsingar um tiltakið, og um undanfarin ár, eru at finna á heimasíðuni hjá SSP 

Tiltakið hevur til endamáls at vísa á lógir og reglur á økinum, tá ið um myndadeiling ræður, og er skipað sum ein kapping, har luttakandi flokkarnir kappast um 20.000 krónur.

Í ár luttekur 7. flokkur í Fuglafjarðar skúla. Starvsfólk í skúlanum vóru á skeiði hjá námi og komu aftur full av íblástri og spurdu flokkin, um tey hava hug at vera við, og tey fóru glaðbeint til verka. Flokkurin er býttur upp í fleiri bólkar, sum arbeiða við ymiskum, so sum: plakatir, filmar, poddvarp o.a. 

Á einari mynd síggja vit ein bólk av gentum í 7. flokki, sum sita á bókasavninum og gera klárt til teirra ískoyti.

Tilfarið tey arbeiða við skal vera sent inn fyri midnátt tann 7. februar og tann 1. mars verður vinnarin kunngjørdur.

Vit krossa fingrar og vóna at okkara næmingar fara at standa seg væl.


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband