Tíðindi.

Jólaheilsan.
21.12.2022
So er jólafrí!
Góðu næmingar, foreldur og avvarðandi!
So er seinasti skúladagur undan jólum. Vit hava havt eina hugnaliga morgunløtu í skúlanum, áðrenn vit fóru til jólaguðstænastu.
Í kirkjuni gingu næmingar í 2. flokki lusiagongd, og tveir næmingar úr 7. flokki lósu inn- og útgangsbøn. Takk, øll somul.
Við nøkrum myndum frá degnum í dag, vilja vit ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól, og eitt av Harranum signað nýggjár.
Vit síggjast 3. januar 2023, tá skúlagongdin byrjar aftur eftir vanligari tímatalvu.
















Deil tíðindi á