Tíðindi.

Filmkappingin "Heimsmálini á filmi".

07.12.2022

8.b luttók í ár í filmskappingini, sum nám skipaði fyri, við heitinum: "Heimsmálini á filmi".

Endamálið var at varpa ljós á heimsmálini og ymsar treytir vóru settar við um góðsku o.a.

8.b sendi inn filmin "Karin", sum er um eina gentu, ið hevur harðligan pápa, ið drekkur. Evnið í filminum er sálarlig heilsa.

Í gjárkvøldið 6. des. vóru innsendu filmarnir sýndir í Havnar Bio og flokkurin var boðin við, saman við flokslæraranum Jastrid á Dalbø.

Táið samanum kom vann filmsbreytin á Nám X í Tórshavn vinningin. Til lukku við tí.

Á myndunum sæst flokkurin í filmshøllini og Tóri Slættalíð frá námi, sum beyð vælkomin og seinni avdúkaði vinnaran.


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband