Tíðindi.

Vit eru klár til desembur mánaðin.

30.11.2022

Vit hava prýtt til jóla

Týsmorgunin 29. novembur fóru vit í gongd við at prýða skúlan til jóla.

Tað var lív í hendan dagin, og fleiri høvdu latið seg í jólahúgvur, jólaklæðir o.s.fr. Lagið var sera gott, og eftirspurningur eftir klistribandi, læraratyggigummi, límstiftum o.ø. var stórur. Øll vóru í gongd við at jólastákast.

Mitt í jólastákanini fóru vit øll eina løtu í miðhøllina til felags sang. Her sungu vit jólasangir, og sigast má, at øll sungu so sera væl við, so tað rungaði eftirí.

Alt í alt ein serstakliga góður og stuttligur dagur. Nú gleða vit okkum til desembur.

Her eru nakrar myndir:

 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband