Námsfrøðiligt stuðulsstarv lýst leyst at søkja:
- Søkt verður eftir einum námsfrøðiligum stuðli at seta í fast starv frá 1. august 2020. Lønarbrotið er 0,58, ið svarar til 1034 árstímar.
Søkt verður eftir námsfrøðingi, sum
- sýnir jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum, er fyrikomandi, dugir at samstarva og vil vera við at menna skúlan.
- skipar skúlagongdina við atliti til fortreytir hjá einstaka næminginum.
- veitir persónligan og praktiskan stuðul, sum kann hjálpa næminginum í gerandisdegnum í samband við skúlagongdina.
Tørvur er á námsfrøðiligum stuðli, ið hevur førleika at arbeiða við næmingum við serligum tørvi. Arbeiðið fevnir um stuðul til næmingar í øllum aldursbólkum. Arbeitt verður í flokkum, smærri bólkum og ein til ein.
Førleikakrøv
Útbúgving: Námsfrøðingur.
Royndir innan serøkið er ein fyrimunur.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 11-21.
Umsóknir
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 20. mai 2020, kl. 12.00. Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Ólav Thomsen, skúlastjóra, á tel. 743082. Eisini ber til at senda teldupost til [email protected].
Í Fuglafjarðar skúla eru 290 næmingar í 1 .- 10. flokki. Í skúlanum starvast 30 lærarar, 1 skrivstovufólk, 2 húsavørðar og 2 námsfrøðiligir stuðlar.