Posted on

Mín jólabók 2021

So nærkast jólini aftur, og til ber at tekna seg fyri Mín jólabók 2021.

Mín jólabók 2021 er eitt gott alternativ til vanliga pakkakalendaran. Í bókini eru nógvar søgur, stuttligar yrkingar, flottar tekningar og øðrvísi ítriv at hugna sær við. Bókin er býtt upp í 24 partar, so okkurt er at gera hvønn dag fram til jólaaftan. Dámar tær stuttligar, spennandi ella kanska ræðandi søgur, er bara at blaða upp og fara at lesa, tí alt hetta og meira er at finna í ársins útgávu.

Soleiðis gera tit:

Næmingarnir hava fingið haldaraseðil heim við. Fyllið seðilin út og latið hann inn til flokslæraran saman við kr. 220,- ella bíleggið beinleiðis við gjaldskorti undir hesari leinkju: Forsíða – Bókadeild Føroya Lærarafelags (jolabokin.fo)

Vilt tú tryggja tær bókina áðrenn 1. desember, mást tú hava goldið fyri hana áðrenn 15. november 2021.