Munnlig

Munnlig próvtøka/roynd
9. og 10. flokkarnir hava munnliga próvtøku í juni. Mentamálaráðið ásetur á hvørjum ári 4 lærugreinir, sum næmingarnir skulu til próvtøku í. Hetta verður vanliga kunngjørt 1-2 vikur undan fyrstu próvtøkuni. 7. og 8. flokkarnir hava munnliga roynd sama tíðarskeið. Skúlin ásetur lærugreinarnar fyri 7. og 8. flokkarnar.

Munnliga próvtøkan/royndin í 2021 er í døgunum 1. – 18. juni.