Posted on

Kunning viðv. korona

Nú korona aftur ger um seg, og smittutrýstið er høgt, hava vit í skúlanum tillagað skúlagongdina eftir tilmæli frá Undirvísingarstýrinum.

Frá í dag 5. novembur eru hesar mannagongdir galdandi:

  • Eingin morgunsangur
  • Næmingarnir fáa alla undirvísing í flokshølinum ella uttandura
  • Næmingar eru bert saman við sínum flokki
  • Vit royna at fyribyrgja, at næmingar samlast á felagsøkjum
  • Lærugreinar, har flokkar vanliga eru blandaðir, eru skipaðar øðrvísi
  • Eingin undirvísing er í vallærugreinum í 7., 8. og 9. flokkunum

Eru smittutilburðir fráboðaðir okkum fyri næmingar, sum ganga í Fuglafjarðar skúla, verður í samráð við landslæknan støðan tikin í hvørjum einstøkum føri um sóttarhald og tilmæli um at kanna seg. Næmingar verða kunnaðir í skúlanum, og foreldur fáa boð frá sínum flokslærara.

Vit heita á heimini um at tryggja, at næmingarnir hava egið amboð við, s.s. pennahús, bøkur o.a., sum hoyrir undirvísingini til.

Eisini er umráðandi, at heimini og skúlin halda fram við at minna næmingarnar á reinføri, frástøðu v.m.

Hevur næmingur sjúkueyðkenni, mæla vit til, at næmingurin kannar seg og er heima, til hann hevur fingið negativt svar.

Vit vóna, at vit skjótt koma aftur til ein vanligan gerandisdag.

Coronavirus smiley. Emoji stock illustration. Illustration of emoticon -  177421008