Góðu næmingar, foreldur og avvarðandi í 7.fl.!
Orsaka av Koronasmittuni og fyribyrgjandi átøkunum hesum viðvíkjandi, er ikki møguligt at skipa fyri einum kunnandi fundi um vallærugreinarnar í 8. flokki skúlaárið 2020/2021, sum Fuglafjarðar skúli vanliga bjóðar næmingunum, foreldrum og avvarðandi. Hetta hevur við sær, at valið verður gjørt talgilt.
Við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri, fáa tit kunning um Fuglafjarðar skúla, hvørji krøv eru til at søkja inn á miðnámsskúlarnar og frágreiðing um vallærugreinarnar.
- Kunning um skúlan
- Krøv til mið- og yrkisnám.
- Tónleikur – Um vallærugreinina – Ljóðbrot – Námsætlan
- Leiklist – Um vallærugreinina – Námsætlan
- Alis- og evnafrøði – Um vallærugreinina – Vatnrakett – Ballónrakett – Aluminium í saltsýru – Elektrolysa av vatni – Námsætlan
- Handarbeiði – Um vallærugreinina – Námsætlan
- Heimkunnleiki – Um vallærugreinina – Námsætlan
- Týskt – Um vallærugreinina – Námsætlan
- Motorlæra – Um vallærugreinina – Námsætlan
- Tilevning – Um vallærugreinina – Námsætlan
- Smíð – Um vallærugreinina – Námsætlan
- Miðlar – Um vallærugreinina – Námsætlan
Tá ið tit eru vís í tykkarar lærugreinavali, vinaliga fyllið talgilta umsóknarblaðið út og latið tað inn. Kunning, um hvussu umsóknarblaðið skal fyllast út, sæst her
Tit eru vælkomin at seta tykkum í samband við skúlastjóran, Ólavur Thomsen, tlf. 743082 ella lestrarvegleiðaran, Magda Magnusdóttir, tlf. 238065, um tit hava spurningar.
Vinaliga
Ólavur Thomsen, skúlastjóri
Fuglafjarðar skúla