Posted on

Kunning um skúlagongdina frá í morgin av.

Góðu næmingar og foreldur!

Sum tit kunnu lesa í viðfesta skrivi frá Undirvísingarstýrinum, so halda vit fram við skúlagongdini og skrivligu próvtøkunum frá í morgin.

Men vit fara aftur til tey tilmæli, ið vóru galdandi, tá smittuvandin var størstur.

Í morgin møta flokkarnir í Fuglafjarðar skúla soleiðis:

  1. til 4. flokkarnir í teirra vanligu heimastovum í FK- bygninginum.

5. og 6. flokkarnir í teirra heimastovum, 309 og 209.

7. fl. møtir í Lonini.

8. a og 8. b møta í stovunum 305 – 308, meðan 8. c møtir í stovunum 207 og 208.

9. fl. og tey í 10. fl., sum taka fráfaringarroynd fólkaskúlans, møta í fimleikahøllini.

10. fl., ið taka víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans, koma ikki til skrivliga próvtøku í morgin og ovurmorgin sambært skrivinum frá undirvísingarstýrinum:

Skrivliga víðkaða próvtøka fólkaskúlans í støddfrøði og enskum verður útsett til ávikavist hósdagin 27. og fríggjadagin 28. mai.

Tey í 9. fl., sum hava verið til tiltakið ‘Ódnartøk’ í Runavík leygardagin 22. mai – ella hava verið í samband við onkran, ið var við har – skulu møta fyri seg í lív/ná-tø.-hølinum í reyða bygningi.

Vit heita á øll um at fylgja tilmælinum um frástøðu, reinføri og at spritta hendur. Vit heita eisini á tykkum øll, sum møta til próvtøku/ársroynd í morgin um at koma í eyka góðari tíð, so vit eisini fáa høvi at geva tykkum neyðuga kunning um ávísar broytingar.

Vinaliga –

Berlys Nordendal og Jógvan Dahl.