Posted on

Kunning til komandi 8. floks næmingar og foreldur/avvarðandi

Í sambandi við, at næmingarnir skulu byrja í 8. flokki (eisini kallað Framvit) eftir summarfrítíðina, verður ein kunnandi fundur fyri næmingar og foreldur/avvarðandi í nýggju miðhøllini í Fuglafjarðar skúla mikudagin 20. apríl, kl. 17.00-18.00.

Kunnað verður m.a. um vallærugreinir í Framvit.

Leiðslan