Posted on

Kunning til heimini í samband við nýtslu av fartelefon í Fuglafjarðar skúla

galdandi fyri 5. – 9. flokk.

Kanningar vísa, at næmingar hava trupult við at hugsavna seg, um telefonin liggur í lummanum ella á borðinum, meðan undirvíst verður. Tískil verður fakliga úrtøkan minni. Sosiala lívið í fríløtunum verður eisini nógv betri, tá tey eru saman uttan fartelefonir. Tí hava vit gjørt av at fara aftur til gomlu skipanina, sum vit høvdu, áðrenn Covid-19 broytti hetta sum so mangt annað. Í fríkorterunum kunnu næmingarnir spæla borðspøl, bóltspøl o.a.

Frá mánadegnum 26.04.2021 verður mannagongdin hendan:

  • Tá ið næmingurin kemur í skúla, skal telefonin latast í ein felags kassa.
  • Áðrenn næmingurin fer heim, fær hann telefonina útflýggjaða.
  • Nýtsla av smart-watch/I-watch er somuleiðis ikki loyvd í skúlatíðini – til annað enn at síggja, hvat klokkan er!
  • Um næmingurin hevur tørv á at ringja til foreldur/avvarðandi, kann telefon lænast á skrivstovuni ella í starvsfólkarúminum.
  • Um foreldur ella avvarðandi skulu hava samband við barnið, kann ringjast á skrivstovuna ella á telefonina á starvsfólkaøkinum í skúlanum.

Skúlatelefonir:

Heimari skúli 5. –  9. fl. Tlf. 23 80 64

Skrivstovan: Tlf. 23 80 60

Brot á hesar leiðreglur førir við sær, at telefonin/I-watch/Smart-watch verður tikin/tikið frá næminginum og løgd á skrivstovuna. Foreldur/avvarðandi heinta telefonina/urið, tá næmingurin hevur fingið frí.