Posted on

Krøv til miðnám og yrkisnám

Til hugbreyt krevst at tú hevut týskt í 8. og 9.fl.

Til náttúrubreytina krevst at tú hevur ali/evnafrøði.

Til tilfeingisbreyt krevst at tú hevur ali/evnafrøði

Til tøknibreyt krevst at tú hevur ali/evnafrøði

Teknist Yrkisnám, sum teknisku skúlarnir bjóða, eru skipaðir undir heitinum Tekniskt Yrkisnám.

Timbur              Hárfríðkan

EL                        Klædnastøði

Bilsmið               Matvøruatstøði

Metal

Tit fáa eisini nærri kunning, um hvat krevst til ymiskar útbúgvingar inni á : Les .fo og inni á UG.Dk

Her er eitt dømi, ið er tikið úr heimasíðuna Les.fo

Lestrartíð: 1 1/2 ár
Skúlabyrjan: August og januar
Umsóknarfreist: 1. juni og 15. desember

Útbúgvingarstovnur
Vinnuháskúlin

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul: 

Lestrarlán: 

MARITIM ÚTBÚGVING

Skipsførari

Sum skipsførari hevur tú evsta myndugleika umborð og hevur m.a. ábyrgd av at tryggja, at arbeiðsgongdir og rakstur av skipinum verður framt sambært lóggávu.

Tú hevur eisini ábyrgd av arbeiðsumhvørvi og trygdarviðurskiftum umborð, og at skipið kemur trygt fram í einum reinum havumhvørvi.

Upptøkutreytir

Upptøkukravið til skipsførara er, at tú hevur staðið útbúgvingina til skipara. Harumframt 6 mánaðir við skipum yvir 500 BT. Harafturat krevst góðkend sjón- og hoyriroynd (bláabók), sum er yngri enn 2 ár og fráfaringarroynd fólkaskúlans 9. ella 10. flokk ella líknandi.

Skúlagongdin til skipsførara tekur 1½ ár aftur at skipara, sum er 1½ ár, t.e. 3 ár til samans.

Ein lesandi við miðnámsprógvi ella hægri kann klára skipsførara upp á 1 ár.

Framtíðarmøguleikar

Sum skipsførari kanst tú vera stýrimaður ella skipari á øllum fiskiskipum og handilsskipum, ið sigla á øllum heimsins høvum.