Posted on

Jólavikan

Síðstu vikuna fyri jól hava vit sum vant lagt tímatalvuna niður.

1. – 5. flokkur hava verið á jólaverkstøðum við ymsum innihaldi. Flokkarnir vórðu skipaðir í bólkar, soleiðis at flokkarnir hava ikki verið saman hesar dagar. Hetta hevur verið bæði stuttligt, hugnaligt og læruríkt. Nógv er komið burturúr.

Sum vanligt hevur  6. flokkur vant leik hesa vikuna og vit øll gleddu okkum at síggja sjónleikin, sum varð framførdur í dag.

7. fl. og 8. flokkarnir hava eisini verið á jólaverkstøðum við jólaligum innihaldi. Harumframt hava tey verið í Mentanarhúsinum í biograf, har tey fingu poppkorn og annað gott.

9. flokkarnir hava hesar dagarnar verið á ymiskum støðum. Fyrst í ítróttarhøllini á Kambsdali og síðani í Klaksvík, har tey m.a. svumu og vitjaðu Christianskirkjuna. Eisini hevur hugni verið í heimastovuni á skúlanum, har tey hava spælt borðspøl v.m.

10. flokkur hevur  aftur í ár gjørt ein ræðufilm saman við Marjuni og Bárði. Vit gleða okkum sjálvandi til frumframførsluna, men við bivandi hjarta.

Kórsangur, jólaleikur og tónleikaframførslur vóru í fimleikahøllini í dag. Ein sera væl eydnaður dagur. Filmsbrot av framførslunum verður lagt her á heimasíðuna, so skjótt tað er klárt.

Í morgin verður farið til jólaguðstænastu. Orsakað av Covid19, er jólaguðstænastan í ár bert fyri næmingar og starvsfólk á skúlanum.