Posted on

Innskriving í 1. flokk

Gott nýggjár øll somul!

Mikudagin, 13. januar 2021 kl. 15.00 verður árliga innskrivingin til komandi 1. flokk. 

Børnini skriva seg inn í byrjanardeildini (gamla FK). Havið dóps- ella navnaseðil hjá barninum við.

Áðrenn innskrivingardagin verða foreldur/avvarðandi vinarliga biðin um at útfylla oyðublaðið á heimasíðu okkara, ið eitur “Innskriving í 1. flokk”. Oyðublaðið liggur á høvuðssíðuni á ffs.fo ella undir hesari leinkju Trýst her

Eru ivamál, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Vit gleða okkum at síggja tykkum!