Mikudagin 13. januar 2021 var innskriving til 1. flokk komandi skúlaár.
19 børn vóru innskrivaði í 1. flokk. Á myndini manglar ein næmingur, sum enn er búsitandi í Danmark.
Børnini vóru sera fitt og væl uppløgd. Eftir at tey høvdu skrivað sítt navn á listan, fingu tey sunkist, karamell, eina bók og ein faldara frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur í august mánaða!