Posted on

Hugnaløta fyri komandi 1. flokki

Í góðveðrinum hósdagin 21. apríl fingu vit fitta vitjan her á skúlanum, tá komandi 1. flokkur kom framvið. Hesin flokkurin, sum telur 22, er søguligur, tí hann verður tann fyrsti, sum kemur at byrja sína skúlagongd í nýggja barnaskúlanum.

Hugnaløtan byrjaði við, at øll møttust í miðhøllini, har skúlastjórin bjóðaði vælkomin og greiddi børnunum frá ymiskum. Síðani fekk Durita Eldevig Olsen orðið og greiddi frá, hvør hon var, og hvønn leiklut hon kemur at hava – hon skal vera teirra flokslærari.

Eftir at felagsmynd var tikin av hesum fittu børnunum, fóru næmingarnir saman við foreldrum og avvarðandi upp á ovastu hædd og inn í stovuna, ið kallast “Blábjørg”. Tað er nevniliga her, at tey koma at hava stovu.

Inni í stovuni skrivaðu tey sítt navn á ein lista, fingu eina lesibók, faldara og góðgæti.

Ímeðan tey vaksnu fingu sær ein drekkamunn, spældu børnini á spæliplássinum í allar fagrasta veðri.

Takk fyri eina hugnaliga løtu. Vit gleða okkum at síggja tykkum í august 🙂