Posted on

Hugnadagur fyri komandi 1. flokk

Endiliga fara vit at bjóða tykkum børnum, sum skulu byrja í 1. flokki, saman við tykkara foreldrum/avvarðandi á vitjan í nýggja barnaskúlanum.

Vit møtast hósdagin 21. apríl kl. 16.00 í miðhøllini.

Havið navna- og dópsbrævið við.

Vit gleða okkum at síggja tykkum.