Posted on

Fráfaringarløta fyri Áranti Hansen

Fríggjadagin 3. september 2021 var fráfaringarløta hildin í sambandi við, at Árant Hansen fer frá vegna aldur.

Fráfaringarsamkoman var hildin á Muntra, har familja, starvsfelagir, umboð fyri Fuglafjarðar kommunu og skúlastýrið o.o. vóru komin saman.

Fleiri røður vóru hildnar, felagssangur varð sungin og Bárður á Lakjuni hevði tónleikaframførslu.

Árant Hansen byrjaði í starvi í Fuglafjarðar skúla í 1988 og hevur sostatt starvast í Fuglafjarðar skúla í mong ár.

Árant kemur tó framhaldandi at undirvísa nakrar tímar í týskum – Hetta gleðast vit um.

Vit vilja av hjarta takka Áranti fyri góða og drúgva tænastu og ynskja honum blíðan byr.

Niðanfyri síggjast nakrar myndir frá sera hugnaligu løtuni: