Posted on

Fólkatingslimir á vitjan

Mikudagin 15. september fekk Fuglafjarðar skúli vitjan av limum úr danska fólkatinginum.

Berlys Nordendal, skúlastjóri, bjóðaði vælkomin, og gentukórið við Martu á Lakjuni framførdi tveir sangir.

Síðani vóru framløgur, har lærararnir Árant Hansen, Olly Poulsen, Fridrikka Kjeld og Jórun Vedelsbøl løgdu høvuðsdentin á integrasjónsarbeiði á skúlanum.

Tá tiltakið, sum fór fram í fimleikahøllini, endaði, fekk skúlastjórin handað eina gávu frá fólkatinginum.

Áðrenn fólkatingslimirnir fóru víðari, fóru tey ein rundtúr við Rúna Abrahamsen, arkitekti, ígjøgnum nýggja skúlan, sum vónandi verður tikin í brúk um ikki ov leingi.

Her síggjast nakrar myndir frá løtuni: