Posted on

Flaggdagshald

Í morgun høvdu vit eitt lítið flaggdagshald í framhaldi av morgunsanginum.

Magni Joensen, lærari, helt eina áhugaverda røðu, og næmingarnir í 6. flokki høvdu framløgu. Ein spennandi framløga, har vit fingu nógv áhugavert at vita – takk fyri 6. flokkur 🙂

Løtan endaði við, at vit sungu “Sjá, tú blánar”

Niðanfyri er røðan hjá Magna Joensen, lærara, og longri niðri eru nakrar myndir frá løtuni:

Flaggdagur 25. apríl 2022.

Góðan  morgun. Eg eri biðin um at siga nøkur orð, tí at mánadagin er flaggdagur – og tá ber ikki til at siga nakað við tykkum um flagg okkara, tí at tá hava tit frí.

Hvat er flaggdagur? Fyllir flaggið 25. apríl, tí at tað tá varð teknað og gjørt, ella var tað okkurt annað, sum hendi 25. apríl fyri langari tíð síðan? Tað fari eg at svara upp á um eina lítla løtu. Tí fyrst fari eg at spyrja: Hvat er eitt flagg? Hví eru fólk farin at nýta fløgg, og hvat var tað fyrsta flaggið hjá einum landi – eitt ríkisflagg.

Eitt flagg var eitt tekin, eitt merki, onkur hevði fyri at vísa, hvørji tey vóru. Til dømis høvdu herar ella herdeildir í gomlum døgum eitt merki á ein langari stong, sum varð hildin høgt upp í loft at siga frá, hvar herurin var fyri at siga bæði vinum og fíggindum, hvar hann var staddur. Tá bar ikki til at fylgja við eini herdeild úr luftini við eini tyrlu ella eini dronu og so ringja við fartelefonini og siga, hvar vinur ella fíggindi var. Og søgan um tað fyrsta flaggið í verðini sipar júst til hetta. Tí elsta flaggið, sum er – Dannebrog – danska ríkisflaggið – varð brúkt á henda hátt, og so løgið tað ljóðar, beint eftir at tað var dottið niður úr luftini – í hendurnar á eini illa staddari danskari herdeild, sum kríggjaðist í Estlandi. Við flagginum funnu danir út av, hvar teir vóru, skipaðu seg, og vunnu bardagan.

Men aftur til Føroya. Hvat var so fyrsta føroyska flaggið. Vit vita ikki rættiliga. Men víkingarnir høvdu eitt ravnaflagg. Tit vita, at Óðin gudur hevði tveir flogklókar fuglar. Ravnarnar, Hugin og Munin. Hetta flagg brúktu víkingar, og munnu teir ikki hava havt tað við sær til Føroya?. Og at tað hevur veittrað við gomlu víkingahúsini við Gjógvará í Fuglafirði, á Toftanesi í Leirvík og á Tróndargrund í Norðragøtu og so sjálvandi í Tinganesi, tá ið tingseta var.  

Fyrsta føroyska flaggið varð til fyri um 150 árum síðan. Tá fóru vit at hugsa um at fáa okkum eitt eitt flagg, og tað flaggið var eitt veðraflagg  – ein hvítur veðrur á bláum og reyðum dúki. Veðrurin komst av tí, at tá ið løgmaður fyrr í tíðini skrivaði undir eitt bræv, gjørdi hann soleiðis, at reytt stearin varð stoytt á brævið, og so varð eitt stempul við einum framskornum veðri trýst niður á stearinið – so vistu øll, at hetta var eitt løgmansbræv, og so máttu fólk gera, sum stóð í brævinum. Veðrurin ímyndaði eitt sterkt dýr. Og av veðrinum/seyðinum fingu føroyingar ull til klæði og kjøt at eta. Og land okkara  eitur jú eisini Føroyar – tað merkir, sum tit vita, Seyðaoyggjar.

Tað næsta flaggið var eitt tjaldursflagg.  Eitt vakurt tjaldur á hvítum og reyðum dúki. Fólk vildu hava tjaldrið sum merki, tí at tað er vakur, trúfastur flytifuglur, kemur longu aftur til Føroya á grækarismessu 12 . mars, og so var tað so rakst at reka burtur teir stóru rovfuglarnar, tá ið teir herjaðu á annan heiðafugl og smáfugl í haganum. Ein skipari, Nólsoyarpáll, hevði eisini yrkt eitt kvæði um tjaldrið, sum bardist við rovfuglarnar og vardi smáfuglarnar. Hann hugsaði tó ikki bara um fuglar, tá ið hann yrkti tað – og tað dámdi fólki væl.

Men so vóru seinni nøkur fólk, sum hildu, at vit skuldu ikki hava flagg við dýrum á – men eitt flagg – tjóðarmerki, sum líktist hinum fløggunum í Norðurlondum. Eitt krossflagg. Nøkur ungfólk, sum gingu í skúla í Keypmannahavn í Danmørk, teknaðu og seymaðu so eitt flagg fyrst í juni í 1919. Og tað varð tað flaggið, sum tit øll kenna. Merkið – sum er felagsflaggið og tjóðarflaggið hjá okkum øllum.

Eitt av teimum ungu fólkunum, sum gjørdi flaggið, var bygdarmaður mín. Hann æt Jens Olivur Lisberg. Beint eftir at flaggið var gjørt, kom hann til Føroya í summarfrí. Tann dagin beiggi hansara giftist 22. juni 1919 veittraði Merkið fyrstu ferð í Føroyum. Bara eitt ár seinni doyði hesin maður 23 ára gaml av Sponskusjúku – ein ring farsótt og vandamiklari enn Koronusjúkan, sum nú er. Tá ið kistan við honum kom til Fámjins, var flaggið við. Tað varð so goymt, og síðan hongt upp í kirkjuni í Fámjin. Og har hongur tað. Tað eru vit øll glað fyri, tí tað munnu vera fá lond í verðini, sum eiga sítt fyrsta flagg.

Eg byrjaði við at spyrja: Fyllir flaggið 25. apríl, varð tað teknað og gjørt tá? Nei. Tað vita tit nú. 22. juni í 1919 varð tað vundið á stong fyrstu ferð. So flaggdagurin skuldi verið tá.

Men tað var heimssøgan, gongdin úti í stóru verð, sum gjørdi 25. apríl 1940 til fyrsta flaggdag. Í tí stóra heimskrígnum tá hersetti Týskland Danmark, og Bretland hersetti Føroyar. Týskland og Bretland vóru tá høvuðsfíggindar. Føroyingar og skipini hjá teimum høvdu danska flaggið tá, og Bretland tók skip við donskum flaggi. Heldur ikki føroysk skip sluppu at sigla við tí. Tí gav Bretland boð um, at føroysk skip, skuldi tey sigla, máttu hava føroyskt flagg. Hetta hendi og varð sett í gildi 25. apríl 1940. Tí er flaggdagurin tann dagin. Og hann er so høgt virdur, at skúlarnir hava frí tann dagin á hvørjum ári.

Nú veit eg, at tit sita og hugsa – júmen, hvat hendi so millum 22. juni 1919 og 25. apríl 1940? Hví er einki flagg tá? Í 21 ár. Tað var jú til.

Tað er ein hugvekjandi søga, ið eitur flaggstríðið, og sum er nógv meira spennandi enn Trom og filmurin No Time To Die, har alt Trøllanes verður sprongt í luftina, men tann søgan má bíða til eina aðru ferð.

Gott vikuskifti, góðan flaggdag og takk fyri.