Tann 1. august 2020 varð Berlys Nordendal sett í tíðaravmarkað starv sum varaskúlastjóri í Fuglafjarðar skúla fyri Randi Larsen, sum er farin í farloyvi.
Berlys er 39 ára gomul, eigur trý børn og er búsitandi á Toftum.
Berlys er útlærd námsfrøðingur og lærari. Harumframt er hon í gongd við at taka grundútbúgving sum ‘nýkognitivur sálarviðgerði’ og innan ‘leiðslu og fyrisiting’.
Eisini hevur hon drúgvar royndir innanfyri serøki og arbeiðir sum dagligur samskipari og námsfrøðingur á ungdómshúsinum á Toftum.
Vit bjóða Berlys vælkomnari í skúlan og ynskja henni góða eydnu í starvinum.