Posted on

Afturlating (Gamli FK-bygningurin)

Góðu foreldur/avvarðandi

Vegna øktu koronustøðuna millum næmingar og starvsfólk í gamla FK, verður gamla FK, eftir avtalu við landslæknan og Undirvísingarstýrið, latið aftur frá í morgin hósdegnum 11. nov. til fríggjadagin 19. nov.

Skúlagongdin verður skipað soleiðis:

Næmingarnir í 1., 2. og 3. flokki fylgja við umvegis heimasetningin
Næmingarnir í 4. og 6.fl. hava undirvísing á TEAMS

Eftir ætlan fara tey, sum ganga í skúla í gamla FK, aftur í skúla mánadagin 22. nov. Næmingarnir skulu hava negativa test, áðrenn teir møta aftur í skúla.

Næmingar, sum hava havt koronu og eru loystir úr sóttarhaldi í samráð við landslæknan, kunnu koma í skúla uttan at testast.

Vinaliga fylgið við á heimasetninginum.

Vinaliga

Leiðslan